Liktinstein vann stórt á Írlandi
Írland - Liktinstein 0-3 (14-25, 7-25, 10-25)
Írska liðið hevur havt tað strævið hesar dagar í føroyska høvuðsstaðnum.
Tað byrjaði við einum greiðum ósigri móti vertunum mánadagin, í gjár taptu tær móti Kýpros og í dag taptu tær á triðja sinni, hesaferð móti Liktinstein, sum undan dystinum í dag eisini hevði tapt báðar sínar dystir.
Var brekkan hjá írunum tung hinar dagarnar, so tóktiskt hon vera steyrrøtt í dag. Liðið formáddi sær slett einki og undistrikaði tí, at talan er um eina menningarætlan hjá írska flogbóltssambandinum.
Við sigrinum í dag fekk Liktinstein bjargað eitt sindur av æruni, áðrenn farið verður heimaftur. Liktinstein hevur fyrr staðið seg rættiliga væl í smálandakappingunum, men hesaferð hevur liðið ikki megnað at vunnið teir avgerandi dystirnar. Til tað hevur munurin upp til Kýpros og Føroyar verið ov stórur.
Í dag vísti liðið tó, at tað til tíðir kann spæla væl, og sigurin móti Írlandi var eisini fult uppiborðin.
Úrslitið í dag hevur við sær, at Liktinstein endar á triðja plássi við einum sigri og tveimum ósigrum. Írland endar á fjórða plássi.