Kýpros vann greitt á Liktinstein
Tað var eingin ivi um hvat av liðunum var betri, tá Kýpros og Liktinstein hittust í altjóða flogbóltskappingini, sum í hesum døgum verður leikt í høllini á Hálsi.
Kypriotiska liðið var væl sterkari á øllum plássum og vann tí greiðan 3-0 sigur. Settúrslitini vóru 25-19, 25-16 og 25-21.
Í grundini var tað bara, tá Kypros tók sær eitt sindur av løttum, at Liktinstein fekk lagt eitt sindur av trýsti á, men tað gekk bara ein løta, so hevði Kypros fótað sær aftur.
Tí var ongantíð nakar ivi um, hvør fór at vinna, og við sigrinum staðfesti Kýpros sín leiklut sum annar favoritturin í kappingini, sum endar mikudagin.
Hin favoritturin er Føroyar, sum spælir móti Írlandi klokkan átta mánakvøldið.