Flogbóltsmenninir møta Eysturríki, Ísrael og Íslandi í Evropaliguni
Menninir skulu í mai og juni 2024 leika seks dystir í Íslandi, Føroyum og í Eysturríki.
Í dag hevur lutakast verið á høvuðsskrivstovuni hjá Evropeisku Flogbóltssamgonguni CEV í Luksemborg. Her gjørdist greitt, hvørjum føroyska landsliðið hjá monnum í flogbólti skal leika ímóti í Evropa League næsta ár, har Føroyar luttaka í Silver League.
Fyrstu dystirnir verða í Íslandi 17. - 19. mai 2024. Tá leika Føroyar ímóti Íslandi og Ísrael. Síðani verða Føroyar vertir fyri Eysturríki og Íslandi, har fyrsti dysturin verður ímóti Íslandi, og síðani verður leikt ímóti Eysturríki. Hesir dystirnir verða vikuskiftið 24. - 26. mai.
Síðsta umfarið hjá føroyska liðnum verður 7. - 9. juni í Eysturríki. Tá leika Føroyar ímóti Eysturríki og Ísrael.
Nr. 1 og 2 í hesum bólkinum fara síðani víðari til finalu um uppflyting til Golden League.
Tað er sannlíkt, at talan verður um spennandi dystir. Føroyar liggja nr. 36 á evropeiska styrkilistanum, tvey pláss frammanfyri Ísland og tvey pláss aftanfyri Ísrael. Eysturríki, sum helst er favorittur at vinna hesa kappingina, liggur nr. 29 á styrkilistanum.