Manslandsliðið til SCA-kapping í Norðurírlandi
Landsliðið við monnum í flogbólti skal frá 5. til 7. juni kappast um týðandi styrkistig í Norðurírlandi.
Síðani Bónus steypakappingin endaði síðst í apríl, hava menninir fyrireikað seg til CEV-SCA (Small Countries Association) kappingina, sum verður í Craigavon í Norðurírlandi frá 5. til 7. juni. Craigavon liggur á leið 1/2 tíma frá Belfast.
Kappingin er um SCA meistaraheitið, men fyri Føroyar snýr hon seg eisini í stóran mun um at vinna styrkistig til styrkilistan í flogbólti. Her liggja Føroyar í løtuni á einum 39. plássi í Evropa av 56 limalondum í CEV.
Føroyska liðið er í innleiðandi bólki við Norðurírlandi og Írlandi. Í hinum bólkinum eru San Marino, Skotland og Liktinstein. Føroyska liðið er helst millum sterkaru liðini í kappingini, so vónir eru um, at Føroyar við hesi luttøkuni kunnu taka seg nøkur pláss fram á styrkilistanum.
Leikararnir, høvuðsvenjarin Boban Ilic hevur tikið út til kappingingina, eru hesir:
Rani Ákason, Filip Ilic, Tóki í Haraldstovu, Bjarni Joensen, Thorvald Danielsen, Tórður G. Højsted, Hákun Heinason, Silas Poulsen, Vuk Ilic, Elias Ellingsgaard, Hákun Nón og Hjørtur Joensen.
Hjálparvenjari er Oleksandr Dmytriiev, og hjálparvenjari og hagfrøðingur er Andreas Reinert Zachau.
Jónley Poulsen verður ferðaleiðari á ferðini, sum byrjar hósmorgunin 4. juni.