Manslandsliðið klárt til kapping í dag
Seinnapartin byrjar altjóða flogbóltskappingin hjá monnunum í høllini á Hálsi. Hetta er samstundis fyrstu ferð í 30 ár, at manslandsliðið kappast á heimvølli og Bárður B. Mikkelsen og leikararnir gleða seg og eru sera spentir til hesa stóru avbjóðingina. Og teir vóna, at nógvir áskoðarar koma í høllina at stuðla liðnum
- Hetta er nakað heilt serligt. Tað er øgiliga langt ímillum, at vit í Føroyum skipa fyri slíkum kappingum fyri manslandslið; hetta er fyrstu ferð síðan oyggjaleikirnar í 1989, at A-landsliðið hjá monnum spælir kapping á heimavølli. Tí er hetta eitt serligt upplivilsi fyri okkum allar. Eisini fyri meg, tí eg slapp ongantíð at spæla nakrar týðandi dystir við landsliðnum á heimavølli.
Tað sigur Bárður B. Mikkelsen, landsliðsvenjari í flogbólti, nú hann fyrireikar manslandsliðið hjá monnum til kappingina móti Grønlandi, Skotlandi og Íslandi, sum verður um vikuskiftið.
Talan er um eitt umfar av smálandakappingini, sum aftur er partur av evropeiska flogbóltssambandinum, og hesaferð fall tað so í okkara lut at skipa fyri kappingini.
Føroyska landsliðið hevur vant væl og nú beint undan kappingini hevur Bárður B. Mikkelsen úttikið teir 14 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar.
Venjarin letur sera væl at fyrireikingunum og hann rósar teimum 23 leikarunum, sum vóru tøkir frá byrjan.
- Tað er ikki oftari enn so, at vit hava so nógvar leikarar til venjing, og sannleikin er faktiskt, at vit kundu havt uppaftur fleiri. Tí har vóru nakrir, sum av ymiskum ávum máttu geva avboð. Tí hava vit havt nakrar góðar venjingar, og tí er liðið nokk so væl fyri, sum tað kann vera, sigur Bárður B. Mikkelsen.
Ein góð blanding
Liðið er ein góð blanding av royndum og nýggjum leikarum. Elsti maður á liðnum er 37 ára gamli Suni Juul Pedersen, úr Fleyr, sum eisini er liðskipari, og yngsti maður er 20 ára gamli Hjørtur Joensen úr SÍ, so aldursspennið er vítt.
Men har eru eisini aðrir royndir leikarar við. Ein teirra er Thorvald Danielsen, sum seinasta árið hevur spælt aftur við Mjølnir, ein annar er Bjarni Larsen úr ÍF og uppaftur ein annar er Rói Hentze úr Fleyr. Og so hevur Jóan Petur á Stongum úr SÍ tikið eitt tørn afturat á landsliðnum. Tað fegnast landsliðsvenjarin um.
- Uttan at taka nakað frá hinum leikarunum, so hevur Jóan Petur á Stongum nakrar øgiliga týdningarmiklar royndir og nakrar kvalitetir, sum hava sera ómetaliga stóran týdning fyri landsliðið. Tí tosaði eg við hann um at koma við hesaferð, og eg eri fegin um, at hann játtaði, sigur Bárður B. Mikkelsen.
Nú bara nakrar tímar áðrenn fyrsta dystin, er venjarin spentur, og vónríkur. Tí liðið er væl fyri og til reiðar til kappingina.
- Vit hava vant væl og leikararnir eru uppsettir at fáa eitt gott úrslit á heimavølli. Seinast manslandsliðið spældi á heimavølli, vann liðið kappingina, so vit hava eitt sindur at liva upp til, sigur Bárður B. Mikkelsen, landsliðsvenjari.
Hann vónar, saman við leikarunum, at nógvir áskoðarar koma í høllina á Hálsi til dystirnar. Tí tað hevur stóran týdning at hava tann stuðulin við sær.
- Eitt er, at okkara leikarar føla stuðulin, eitt annað er at tað leggur trýst á hinar leikararnar. So ja, tað hevur stóran týdnign fyri okkum at fáa so góðan stuðul sum tilber, sigur landsliðsvenjarin.
Fyrsti dysturin hjá føroyska A-landsliðið í flogbólti hjá monnum verður í Høllini á Hálsi klokkan 18.30 í kvøld, og hann verður ímóti Grønlandi.
Teir 14 leikararnir, sum eru úttiknir at umboða Føroyar í kappingini eru:
Tórður Højsted, Niels Niclasen, Rói Hentze, Suni Juul Pedersen, Jóhan Arni Elisson Wang og Bjarki Enni úr Fleyr
Steffan Rosenlund Olsen, Thorvald Danielsen og Trygvi Hansen úr Mjølni
Hjørtur Joensen, Jóhan Petur á Stongum og Oskar í Haraldsstovu úr SÍ
Bjarni Larsen úr ÍF
Kasper Lorentzen úr danska felagnum Marienlyst.