Meistaradeild menn: ÍF tikið oddasessin
Sunnudagin tók ÍF oddasessin frá Mjølni, sum hevur ligðið á odda alt kappingarárið.
Mjølnir og ÍF møttust júst fyri viku síðani í hálvfinaluni í steypakappingini, og tá vann ÍF 3-1, so lagt var upp til ein spennandi dyst millum hesi liðini í Klaksvík í sunnudagin.
Og tvey av settunum gjørdist jøvn. Fysta settið endaði 26-24 til ÍF og triðja settið endaði 31-29 til ÍF, so munurin var ikki stórur. Munurin í øðrum setti var tó eitt sindur størri, 16-25.
Við hesum 3-0 sigrinum kom ÍF fremst á stigatalvuni og liggur nú á odda við 24 stigum.
Ein annar dystur var eisini í meistaradeildin um vikuskiftið. Fleyr og SÍ møttust í Havn. og hesin dysturin var eisini spennandi og endaði við at Fleyr vann 3-2. Settini endaðu 29-31, 25-21, 21-25, 25-22 og 15-11.
Tvey tey fremstu liðini skulu spæla FM-finaluna.