Úrslit og myndir frá Mjølnir-kappingini fyri yngri deildir 20.-22. januar 2017

Nógvur flogbóltur var í Klaksvík um vikuskiftið; 20-22 januar. 

Fríggjadag, leygardag og sunnudag vóru Badmintonhøllin og KÍ-høllin karmar um árligu Mjølnirkappingina fyri yngri deildir. BankNordik stuðlaði kappingini.

Heili 127 lið høvdu teknað seg, og við hjálp frá leikarum í eldru deildum, mammum, pápum og øðrum góðum fólki, gekk kappingin sera væl. Umstøðurnar í Klaksvík at skipa fyri eini slíkari kapping, har upp til 10 bólkar kunnu spæla í senn, eru sera góðar, og tá ið heitt og fjálgt var í høllunum, var lagið á øllum eisini sera gott.
 

Sunnudagin vóru tað tey allaryngstu – flogbørnini -, sum spældu. Tá vitjaði Vitus frá BankNordik, og hann bjóðaði sunkist og frukt til øll.

Úrslit frá kappingini:
MU:  SÍ   Fleyr   TB
KU:  Mjølnir    SÍ    TB
Dr 16:  SÍ  Fleyr
G 16:  TB   Fleyr    KÍF
Dr 14:  SÍ  Fleyr    TB
G 14:  SÍ A   KÍF A   Fleyr A
Dr 12:
        Meistarabólkur: Fleyr a   Íf a   Sí a   Mjølnir a
        1. deild:Ternan a  íF b  TB a   Fleyr b
        2. deild: Ternan b   Mjølnir b   Ternan c   Fleyr c
G12:
        Meistarabólkur: SÍ a  KÍFa   TB a  Fleyr a
        1. deild: Ternan a  KíF b  Dráttur a  TB b
        2. deild: Fleyr b  Ternan b  SÍ b   TB c
        3. deild: TB d  Fleyr d  Fleyr c  TB e
        4. deild: ÍF a Mjølnir a   SÍ c   B71
        5. deild: Dráttur b  Ternan c  TB f  ÍF b  Mjølnir b

 

Myndir frá kappingini síggjast í myndasavninum her!