Dagført við dystaryvirliti
Skráin fyri Mjølnirkappingina, eldri deildir

Vit mugu tíverri staðfesta, at 1. og 2. deild menn spæla í sama bólki; tað eru 4. lið tilsamans.
Tað gjørdist bert talan um eitt 2. deildarlið hjá kvinnum, so tað liðið hevur fingið tilboð um at vera við 1. deild.

Dystaryvirlitið sæst á hesum leinki.

Vinarliga,
Mjølnir
 


So er tað komandi vikuskifti, vit møtast til árligu Mjølnirkappingina :) 

- Meistaradeild menn byrja kl. 10 (5. lið). Tá ið kvinnurnar hava spælt innleiðandi, so hava mennirnir tveir vøllir, t.v.s. uml. kl. 12.30.

- Meistaradeild kvinnur byrja kl. 10 (6. lið)

- 1. deild kvinnur byrja kl. 10 (8. lið)

- 2. deild kvinnur byrja kl. 10 ( 3. lið)

- 1. og 2. deild menn fara í ein bólk og teir byrja kl. 14 (sum nú er, so eru tað 4 lið tilsamans) vónandi koma tvey ella trý lið afturat, soleiðis at 1. deild kann verða fyri seg og 2. deild fyri seg :)

Vinarliga,
Mjølnir