Greiður steypasigur til Mjølnir, hóast trýstir í triðja setti

Steypafinala, menn:
Mjølnir - SÍ 3-0 (25-15, 25-19, 29-27)

Dysturin sæst aftur í KvF her:
https://kvf.fo/3-2?sid=105160

Mjølnir endurvann í dag steypafinaluna, tá teir vunnu 3-0 á SÍ.

Í báðum teimum fystu settunum var stór munur, og Mjølnir vann lættliga 25-15 og 25-19.

Í triðja setti tók SÍ sær um reiggj, men eftir 9-9 streyk Mjølnir avstað aftur og legði seg á odda 22-16 og tóktiskt at verða á veg móti enn einum tryggum sigri.

Men so gjørdu sørvingar ein vørr, og eftir at hava yvirlivað tveir dystarbóltar, fingu teir sjálvir settbólt við støðuna 27-26. Men næstu tríggjar bóltarnar vann Mjølnir og harvið settið 29-27 og dystin 3-0.