Skráin fyri Mjølnir-kappingina 2017, yngri deildir, 20.-22. januar

Takk fyri eina góða kapping leygardagin :) sum hóast nærmast húsakulda, bleiv spæld í besta ítróttaranda :)

Vit hava fingið lovað heitar hallir komandi vikuskifti. 

Vit herja á aftur, og her kemur so yvirlit og tíðspunkt fyri komandi vikuskifti:

Kappingaryvirlit - hallaryvirlit og tíðarætlan (Google rokniark)

Sum tit síggja, so eru tað rættiliga nógvar tilmeldingar, heili 128 lið - tað er fantastiskt.
Men av somu orsøk, so mugu vit brúka bæði fríggjakvøldið, allan leygardagin og fleiri tímar sunnudagin.

Vónandi passar tað tykkum øllum (vit fáa tíverri ikki gjørt stórvegis broytingar í tíðunum).


Vinarliga
Mjølnir