Vinnararnir av Mjølnir-kappingini leygardagin 14. januar

Mjølnir skipaði fyri kapping fyri eldri deildir leygardagin 14/1.

Hóast kava og kulda vóru bert fáa frámeldingar, og kappingin gekk væl og skjótt.

Vegna brek í hitaskipanini var Badmintonhøllin ísakøld, men lagið á flogbóltspælararum var sera gott, sum myndirnar eisini vísa.

Leiðslan fyri Badmintonhøllina hevur funnið brekið, og tey lova, at skipanin skal rigga komandi vikuskifti, har 127 lið hava teknað seg til Mjølnirkappingina fyri yngri deildir. Tá sær Mjølnir fram til at síggja nógv fólk í høllini aftur!

 

Úrslitið av kappingini: 
MM: Fleyr
MK: Dráttur
1dm: 
1.dkv: Mjølnir
2.dkv: Mjølnir motión


Fleyr, vinnari í Meistaradeidini hjá monnum


Dráttur, vinnari í Meistaradeildini hjá kvinnum


SÍ, vinnari í 1. deild hjá monnum


Mjølnir, vinnari í 1. deild hjá kvinnum


"Mjølnir-motión", vinnari í 2. deild hjá kvinnum