Dráttur føroyameistari í meistaradeildini hjá kvinnum

Dráttur er føroyameistari í flogbólti 2017 hjá kvinnum, eftir at tær í dag vunnu 3-1 á KÍF.

Seinast tær vóru føroyameistarar var í 2006, og undan hesum var tað í 2001. Hetta er triðja FM heitið hjá Drátti.

Settini endaðu: 25-22, 19-25, 25-19 og 25-23.

Dysturin kann síggjast á Youtube á hesum leinki:
https://www.youtube.com/watch?v=5jy6cwhKYt8