SÍ føroyameistari í meistaradeildini hjá monnum
FM-heitið var í dag avgjørt í Høllini á Hálsi, tá Fleyr og SÍ hittust í aðru finaluni. SÍ vann tað fyrru skírisdag 3-0, so kravið til Fleyr í dag var ein sigur.
Hetta eydnaðist eisini, og Fleyr vann tey fyrstu 3 settini 25-18, 26-24 og 25-22.
Neyðugt var tí við einum Gull-setti, og hetta gjørtist eitt tað mest spenandi settið, sum er leikt í ár.
Endin var at SÍ vann settið 17-15 og gjørdist harvið FM-vinnari 2017.
Dysturin kann síggjast aftur á Youtube á hesum leinki:
https://youtu.be/JiWjssr3Uyo
Hevur tú hug at leypa beint til gull-settið, so sæst tað her:
https://youtu.be/JiWjssr3Uyo?t=1h21m42s
Ella skalt tú beint til há-dramatikkin vid støðuna 12-12 í gull-settinum?
https://youtu.be/JiWjssr3Uyo?t=1h36m1s