Meistaradeild menn: ÍF framum Fleyr
Mynd: ÍF liðið, sum í gjár vann 3-0 Fleyr
Tveir dystir vóru sunnudagin leiktir í meistaradeildini hjá monnum, eftir at landskappingin hevur ligðið still síðani byrjanini av desember, orsakað av, at bólkakappingin í steypakappingini hevur verið avgreidd.
Í Gundadalshøllini í Havn hevði Fleyr vitjan av ÍF, og roknað varð við einum spennandi dysti, men skjótt gjørdist greitt, at ÍF-liðið var sera væl fyri, meðan Fleyr ikki megnaði at svara aftur.
ÍF vann dystin 3-0, og kom sostatt framum Fleyr, sum lá á øðrum plássi undan dystinum. Settini endaðu 18-25, 19-25 og 18-25.
Suni Juul Petersen frá Fleyr viðmerkti eftir dystin, "at hetta var vánaligasti dysturin hjá Fleyr í hesum kappingarárinum", meðan Bartal Eliasen frá ÍF harafturímóti vísti á, at "ÍF hevur høgt støði, tá vit spæla okkara spæl."
Mjølnir enn fremst
Í gjár tók Mjølnir eisini ímóti SÍ. Mjølni vísti enn einaferð, hví teir eru á odda í landskappingini. Mjølnir vann dystin 3-0 við settúrslitunum 25-13, 25-19 og 25-15.
Støðan í landskappingini er henda eftir dystirnar um vikuskiftið:
nr |
dystir |
stig |
settmunur |
|
Mjølnir |
1 |
8 |
20 |
15 |
ÍF |
2 |
8 |
12 |
-3 |
Fleyr |
3 |
8 |
11 |
0 |
SÍ |
4 |
8 |
5 |
-12 |