Mótstøðuliðini í Silver League funnin
Staðfest er í morgun á høvuðsskrivstovuni hjá CEV í Luksemborg, hvørji mótstøðuliðini hjá føroysku flogbóltskvinnunum og -monnunum verða í Silvur-liguni.
Kvinnurnar eru í bólki við fýra liðum. Hesi eru Portugal, Montenegro og Georgia, ímeðan menninir eru í bólki við trimum liðum, sum eru Lettland og Kýpros.
Dystirnir hjá monnunum verða leiktir soleiðis:
28. mai: Føroyar – Kýpros
4. juni: Føroyar – Lettland
10. ella 11. juni: Lettland – Føroyar
17. juni: Kýpros - Føroyar
Dystirnir hjá kvinnum verða leiktir soleiðis:
28. mai: Føroyar – Montenegro
31. mai: Føroyar – Georgia
4. juni: Føroyar – Portugal
10. ella 11. juni: Portugal – Føroyar
14. juni: Georgia – Føroyar
17. ella 18. juni: Montenegro - Føroyar
Bæði liðini byrja sostatt við øllum heimadystunum og leika síðani útidystirnar, so síðst í mai og fyrst í juni verður flogbóltsfepur í høllini á Hálsi í Havn, har heimadystirnir verða leiktir.
Tvey lið fara víðari úr hvørjum bólki.
Um hugt verður eftir styrkismetingini hjá CEV fyri evropeisku liðini, so áttu føroysku kvinnurnar at haft ein møguleika ímóti Georga, sum tapti allar sínar dystir í Eurovolley undankappingini.
Menninir áttu at kunnað gjørt seg galdandi ímóti Kýpros, um hugt verður at styrismetingini eina, og harvið møguliga kunna leikt seg víðari í kappingini. Hinvegin, so spældi Kýpros væl í Eurovolley undankappingini og vann eitt nú báðar dystirnar ímóti Noregi.
Landsliðini bæði fara undir fyrireiking til kappingarnar millum jól og nýggjár.