U17 dreingir: Smurdu Ísland av 3-0
Føroysku U 17 dreingirnir smurdu Ísland av í dystinum um 5. plassið. Dysturin endaði 3-0 og settini vóru vunnin við stórari yvirvág. Tey endaðu 25-12, 25-14 og 25-19.
U 17 dreingirnir hava havt eina sera góða kapping; tveir sigrar á Noregi, taptu 3-2 fyri Onglandi, vunnu 3-0 á Íslandi, umframt at teir tóku sett frá Svøríki, sum eingin annar hevur gjørt fram til finaluna.
Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen eru sera væl nøgdir við avrikið. Ósigurin móti Onglandi er tó tað, sum nívir mest, tí føroysku dreingirnir vunnu tvey tey fyrstu settini, men mistu so sigurin á gólvið.
Kappingin er nú liðug, og U17 landsliðið kemur aftur til Føroya í morgin við Atlantic Airways.
Finalan hjá dreingjunum er millum Danmark og Svøríki.
Dysturin um 3. plássið endaði við 3-1 sigri til Finnland móti Onglandi.
Føroyar endaðu á 5. plássi, Noreg á 6., meðan Ísland endaði aftast.
Hjá U 17 gentunum gjørdist úrslitið hetta:
1 Danmark
2 Svøríki
3 Finnland
4 Ísland
5 Norra
6 Ongland
7 Føroyar
8 Grønland
Leikararnir í dag vóru:
Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen. SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Áslakur Holm, ÍF
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Niklas Samuelsen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ
Venjari: Rajko Petrovic
Hjálparvenjari: Hans Simonsen
Liðleiðari: Jónley Poulsen