U17 dreingir: Aftur sigur á Noregi
Føroyar hava aftur í morgun megnað at vunnið á Noregi – í dag gjørdist sigurin 3-1 í settum.
Úrslitini hava háttað seg soleiðis, at tað eru Føroyar, Ísland og Noreg sum skulu leika um plássini frá nr. 5-7, og tí gjørdist tað Noreg, sum aftur í dag stóð hinumegin netið.
Vónirnar undan dystinum vóru góðar, tí í fyrradagin vunnu Føroyar 3-0 júst á Noregi, men ivamál var eisini, um dreingirnir megnaðu at reisa seg aftur, eftir 3-2 ósigurin fyri Onglandi í gjár.
Føroyar komu væl frá byrjan og vunnu bæði tey fyrstu settini ávikavist 25-18 og 25-19, og alt sá gott út.
Men!
So støðgaði upp, feilir vóru gjørdir, og føroysku dreingirnir høvdu trupuleikar við at fáa fatur á smasjunum hjá tí eina kantinum hjá Noregi. – Føroyar taptu triðja settið 25-22.
Sama vánaliga spæl var í byrjanini av 4. setti. Føroyar vóru aftanfyri 11-9 og 20-18, men so komu teir upp á 20-20 – so afturút 23-20, men so kom vend í, og liðið kom upp á 25-25 eftir ein settbólt, har Føroyar gjørdu ein servifeil.
Men dreingirnir mentu seg aftur og stóðu ímóti trýstinum. Fyrst vunnu teir seg upp á 26-25, og so var tað hevarin Julian Vest Niclasen, sum tók sakina í egnar hendur, og snýtti alt tað norska liðið, og koyrdi bóltin yvirum 2. ferð í staðin fyri at heva – bólturin beint í gólvið, og sigurin upp á 3-1 var komin í hús.
Eitt megnar avrik hjá øllum liðnum og venjarunum Rajko Petrovic og Hans Simonsen.
Føroyar – Noreg: 3-1, 25-18, 25-19, 22-25 og 27-25.
Klokkan 14,00 í dag skudlu dreingirnir spæla seinasta dystin, sum er ímóti Íslandi – vinna teir henda dystin enda teir nr. 5 í kappingini.
Í gjár spældu Noreg og Ísland, og henda dystin vann Noreg 3-0eftir ein javnan dyst.
Leikararnir í dag vóru:
Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen. SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Áslakur Holm, ÍF
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Niklas Samuelsen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ
Venjari: Rajko Petrovic
Hjálparvenjari: Hans Simonsen
Liðleiðari: Jónley Poulsen