U17 dreingir: Vunnu fyrsta settið á Svøríki
U17 landsliðsleikararnir spældu fyrsta landsdystin í NEVZA kappingini seinnapartin í dag. Dysturin var ímóti Svøríki.
Dreingirnir byrjaðu væl og vunnu 1. sett 25-20.
2. settið var eisini sera javnt, men Svøríki vann 25-22,
Í 3. og 4. setti komu sviar best frá byrjan, og hildu henda munin bæði settini, men føroyska liðið spældi til tíðir sera væl, men kláraði ikki at halda trýstið í logdini.
Alt í alt ein spennandi dystur, við góðum flogbóltsspæli frá føroysku dreingjunum.
Svøríki - Føroyar 3-1 (20-25)(25-22)(25-21)(25-19)
Føroysku U17 kvinnunar byrjaðu kl 16.00 sín seinna dysti í dag, sum er ímóti Noreg.
Dystirnir í kappingini verða vístir beinleiðis her: http://www.volleytv.dk/