U17 gentur: Tóku sett frá favorittunum
Føroysku landsliðsgenturnar spældu sín fyrsta dyst í kappingini í morgun kl 8 í Ikast í Danmark. Mótstøðuliði var Danmark, sum er at rokna sum ein favorittur í kappingini.
Føroyska liðið byrjaði sera trilvandi, og spælið var merkt av nervum, og Føroyar taptu tvey tey fyrstu settini greitt, men í 3. setti kom vend í, og vit vunnu settið 25-21.
Men taptu síðani 4. sett greitt.
Venjarnir eru væl nøgdir við at vinna eitt sett ímóti Danmark.
Úrslitið var sostatt:
Føroyar-Danmark 1-3 (13-25)(14-25)(25-21) og (12-25)
Næsti dystur hjá føroysku gentunum byrjaði kl 16. føroyska tíð, har mótstøðuliðið er Noreg.
Dystirnir verða vístir beinleiðis her: http://www.volleytv.dk/