U17 gentur: 3-0 sigur á Grønlandi
Føroysku genturnar vunnu í morgun ein tryggan 3-0 sigur á Grønlandi í evropeisku kappingini í Ikast.
Settini endaður 25-9, 25-15 og 25-11.
Hetta var samstundis seinasti dysturin hjá U17 gentunum, sum sostatt endaðu á einum 7. plássi aftanfyri Danmark, Svøríki, Finlands, Noreg, Ísland og Ongland. Finalurnar verða leiktar seinni í dag.
U17 landsliðið fekk sostatt ein sigur á ferðini, umframt at tær tóku sett frá Noregi og Danmark.
Liiðið kemur aftur til Føroya í morgin við Atlantic Airways.
Klokkan 14.00 er avgerandi dysturin hjá U17 dreingjunum um 5. plássið ímóti Íslandi.
Leikararnir á føroyska gentulandsliðnum vóru hesir í dag:
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Elsa Samuelsen, KÍF
Inga Helena Henriksen, SÍ
Eva Gunn Niclasen, SÍ
Sára Maria Johansen, TB
Maria Gøthe Magnusdótti, Fleyr
Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Fleyr
Bjørk Nolsøe Isaksen, Fleyr
Barbara Káradóttir Durhuus, Fleyr
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Zoe Elisabeth Dickson, KÍF
Hanna Iansdóttir Biskopstø, Fleyr
Venjari: Romica Øster
Hjálparvenjari: Magnar Kári Vang
Liðleiðari: Hanna Helena Weihe Simonsen