U17 gentur: Noreg ov sterkt

Eftir at føroysku genturnar høvdu fingið eitt rímiligt úrslit ímóti Danmark í morgun við einum 1-3 tapi, so møttu tær seinnapartin Noregi.

Men dysturin frá í morgun sat partvís í kroppinum, og úrslitið seinnapartin gjørdist ikki eins gott.

Føroyar taptu greitt 3-0. Settini endaðu 25-16, 25-13 og 25-13.

Næsti landsdysturin hjá føroysku gentunum verður í morgin kl. 12.00 føroyska tíð. Hesin dysturin er ímóti Onglandi.

Hini liðini í kappingini eru umframt Noreg og Danmark: Finnland, Ísland, Grønland, Ongland og Svøríki.


Eisini føroyska U 17 dreingjalandsliðið skal í dyst í morgin. Men teir hava eina stravna dystarskrá.

Klokkan 10.00 føroyska tíð spæla teir ímóti Danmark, og longu kl. 14.30 skulu teir spæla móti Noregi.

Londini sum dreingirnir kappast ímóti eru: Danmark, Svøríki, Finland, Ongland, Ísland og Noreg.

 

Dystirnir verða stroymdir á: http://www.volleytv.dk/