U17 dreingjalandsliðið úttikið

U 17 landsliðið hjá dreingjum, sum í komandi viku skal spæla við í evropeisku flogbóltskappingini NEVZA, sum verður í Ikast í Danmark, er nú úttikið.

Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen hava úttikið hesar leikarar:

Fleyr: Jónfinnur Jógvansson Hansen, Mattias Nolsøe Isaksen, Tórur Paulason, Hørður Joensen

SÍ: Hjørtur Joensen, Bjarni Joensen, Silas Poulsen, Ragnar Weihe, Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen, Julian Vest Niclasen, Jón Weihe Simonsen

Mjølnir: Dávið Hentze



Føroyar eru í bólki saman við Svøríki og Onglandi.

Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.