U17 gentulandsliðið úttikið

U17 landsliðið hjá gentum, sum í komandi viku skal spæla við í evropeisku flogbóltskappingini NEVZA, sum verður í Ikast í Danmark, er nú úttikið.

Venjararnir Romica Øster og Jákup William Sivertsen hava úttikið hesar leikarar:

KÍF: Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr: Vár Rajani Færø, Barbara Káradóttir Durhuus, Bjarta Jákupsdóttir

SÍ: Inga Helena Henriksen, Janna Falkvard, Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB: Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark: Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr), Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr), Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ), Jakobina Joensen (fyrr KÍF)


Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Finnlandi og Onglandi.

Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland.