NEVZA U17 úttøkuvenjing hjá dreingjum

Til øll feløgini!
 
Í sambandi við fyrireikingarnar til NEVZA U17 kappingina í Ikast í viku 42, har Føroyar dystast ímóti hinum Norðurlondunum og Onglandi, verður úttøkuvenjing hjá U17 dreingjum hetta vikuskiftið. 
 
Venjingin er fyri dreingir føddir í 2002 og seinni. Talan er um opna venjing.

Vant verður soleiðis:
Leygardagin 24. august kl. 12.30 - 14.30 í Gundadalshøllini
Sunnudagin 25. august kl. 16.00 - 18,00 í ítróttahøllini í Kollafirði
 
Heitt verður á feløgini at boða leikarum í nevnda aldursbólki frá. Her verður serliga hugsað um teir leikarar, ið hava verið til tær leikaramenningar, ið hava verið fyriskipaðar, og sum Magnar, Rógvi og Hans Sejer hava staðið fyri. Aðrir leikarar eru sjálvandi eisini væl komnir. 
 
Neyðugt hevur verið at gera eina broyting viðv. venjarum. Magnar Vang verður ikki høvuðsvenjari til NEVZA-kappingina. 
 
Høvuðsvenjari verður Rajko Petrovic. Rajko venur eisini U19-landsliðið hjá dreingjum. 
 
Síggjast leygardagin!
 
Vinaliga
 
FBF og venjaratoymið