U17 NEVZA, dreingir
U17 dreingirnir taptu hálvfinaluna
Eftir sigrar á Svøríki og Onglandi mátti føroyska U17 landsliðið lúta fyri Noregi í hálvfinaluni í NEVZA-kappingin, sum í hesum døgum er í Ikast.
Noreg vann dystin 3-1 (25-20, 17-25, 25-15, 25-25). Í fjórða settinum vóru føroysku dreingirnir aftanfyri við nógvum bóltumm, áðrenn teir bardu seg upp á 23-23. Tað gjørdist hárfínt, men Noreg vann teir báðar seinastu bóltarnar.
Liðið skal tí í morgin klokkan 12.00 spæla um bronsuna. Hesin dysturin verður antin ímóti Finnlandi ella Svøríki, men sum Finnland hevur spælt higartil, so sær út til, at tað aftur verður Svøríki, sum verður mótstøðuliðið. Svøríki og Finnland spæla seinni í kvøld.
Bronsudysturin í morgin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/ (krevur møguliga skráseting, men er ókeypis)
Leikararnir á U17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:
Fleyr:
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.