U17 NEVZA, dreingir
U17 dreingirnir vunnu eisini á Onglandi og eru í hálvfinaluni

Føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum heldur fram við sigurskósini og vann í dag 3 - 0 á Onglandi í altjóða norðurevropeisku kappingini í flogbólti - NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Settini endaðu 25-16, 25-16 og 25-21.

Sostatt hevur føroyska liðið vunnið sín bólk, eftir at teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0, og er liðið nú klárt til semifinaluna, sum verður spæld klokkan 16.00 mikudagin. Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/

Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.

(Klokkan 16.00 í dag spælir U17 landsliðið hjá gentum ímóti Onglandi - eisini hesin dysturin sæst beinleiðis á: http://www.volleytv.dk/)


Føroyska U17 dreingjalandsliðið:

Fleyr:
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen

SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen

Mjølnir:
Dávið Hentze

Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.