U17 NEVZA, dreingir
U17 dreingirnir smurdu Svøríki av

Føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum tók øll á bóli, tá teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0 við settúrslitunum 25-15, 25-21 og 25-15.

Hetta var fyrsti dysturin í altjóða norðurevropisku kappingini í flogbólti - NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Føroyska liðið spældi skjótt spæl við høgum tekniskum støði. Svøríki royndi við ymiskum uppstillingum og spælihátti at bróta rútmuna hjá føroyska liðnum, men hetta eydnaðist ongantíð.

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at føroysku U17 dreingirnir hava vunnið á Svøríki.

Føroyar eru í bólki saman við Svøríki og Onglandi.

Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.

Í dag, týsdagin klokkan 12.00 spæla Føroyar ímóti Onglandi - dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/
 


Føroyska U17 dreingjalandsliðið:

Fleyr:
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen

SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen

Mjølnir:
Dávið Hentze

Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.