U17 dreingirnir vunnu bronsuna
So eydnaðist tað!
Dreingirnir á U17 lansliðnum vunnu í dag bronsuna í norðurevropisku NEVZA-kappingini, sum í hesum døgum er í Ikast.
Dysturin var ímóti Svøríki og megnaði føroyska liðið at vinna dystin 3-1, aftir at teir í øðrum setti mistu takið á dystinum. Hetta settið taptu Føroyar 26-24, men teir komu sterkt aftur og vunnu trygt 3. og 4. settið.
Settini endaðu 25-17, 24-26, 25-16 og 25-19.
Nr. 4. gjørdist Svøríki, meðan tað enn ikki er avgjørt, hvør verður nr. 5, 6 ella 7 - tað eru Ongland, Danmark og Ísland, sum stríðast um hesi plássini.
Finalan verður spæld ímillum Finnland og Noreg klokkan 14.30.
Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:
Fleyr:
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.