U17 NEVZA, dreingir - hálvfinala beinleiðis kl. 16
U17 dreingirnir spæla hálvfinalu klokkan 16.00
Føroyska U17 landsliðið hjá dreingjum skal í dag klokkan 16.00 spæla hálvfinalu í norðurevropisku kappingini í flogbólti - NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Liðið hinumegin netið verður Noreg, sum í morgun vann 3 - 2 á Onglandi, eftir at teir høvdu verið aftanfyri 2-0 í settum. Føroyar vunnu í gjár 3-0 á Onglandi.
Føroyska liðið vann sín bólk í innleiðandi umfarinum, meðan Noreg gjørdist nr. 2 í sínum bólki.
Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/ (krevur møguliga skráseting, men er ókeypis)
Í hinari hálvfinaluni spæla Finnland og Svøríki,
Leikararnir á U17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:
Fleyr:
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.