U17 NEVZA, gentur
U17 genturnar taptu hálvfinaluna
Føroyska U17 landsliðið hjá gentum tapti 3-0 (17-25, 9-25, 17-25) fyri Danmark í hálvfinaluni í norðurevropisku NEVZA-kappingini, sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Eftir at hava vunnið á Íslandi í morgun 3-1, megnaði liðið ikki at vinna á Danmark, sum var betra liðið í dystinum í dag.
Næsta avbjóðingin verður tí dysturin um 3. plássið, sum verður í morgin ímóti Noregi. Hesin dysturin byrjar klokkan 10.00.
Noreg tapti í dag greitt 3-0 fyri Finnlandi.
Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.
Finalan í kappingini verður ímillum Finnland og Danmark.
Leikararnir á U17 gentulandsliðnum eru:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar: Romica Øster og Jákup William Sivertsen.