U17 NEVZA, gentur
Føroysku U17 genturnar taptu fyrsta dystin fyri Finnlandi
Føroysku U17 genturnar spældu sín fyrsta dyst í U17 NEVZA kappingini mánadagin.
Mótstøðuliðið var Finnland, sum vann 3-0 (25-15, 25-22, 25-18)
Týsmorgunin kl. 8 spæla føroysku genturnar ímóti Svøríki. Og kl. 16.00 spæla Føroyar annan dystin sama dag; hesaderð ímóti Onglandi.
Dystirnir kunnu síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live (krevur møguliga skráseting, men ókeypis)
Føroyska U17 gentulandsliðið:
KÍF: Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr: Vár Rajani Færø, Barbara Káradóttir Durhuus, Bjarta Jákupsdóttir
SÍ: Inga Helena Henriksen, Janna Falkvard, Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB: Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark: Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr), Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr), Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ), Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar: Romica Øster og Jákup William Sivertsen
Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Finnlandi og Onglandi.
Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland.