U17 NEVZA, gentur
U17 genturnar í hálvfinaluni eftir sigur á Íslandi

Føroyska U17 landsliðið hjá gentum vann í morgun fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi 3-1 í norðurevropisku kappingini NEVZA, sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Liðið tryggjaði sær hálvfinaluplássið við at vinna settini soleiðis: 25-13 , 25-10, 12-25 og 25-20.

Tvey tey fyrstu settini høvdu Føroyar dystin ímóti Íslandi fullkomuliga undir kontroll, og vunnu trygt, men í triðja settið kom Ísland sera væl inn í dystin og vann settið heili 25-12 - ein rættuligur niðurtúrur hjá føroysku gentunum.

Men í fjórða settinum fann liðið aftur tað rætta spælið fram og vann settið 25-20 og harvið dystin 3-1

Hálvfinalan verður leikt klokkan 18.30 í kvøld, og mótstøðuliðið er Danmark, sum vann sín bólk í innleiðandi umfarinum.

Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.

Í hinari hálvfinaluni spæla Finland og Noreg.


Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

 

KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:
Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr )
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.