U17 genturnar vunnu fyrsta settið, men taptu bronsuna

Hóast føroyska U17 landsliðið hjá gentum vann 1. settið móti Noregi í bronsudystinum í morgun, so megnaði liðið ikki at halda fast í hesum stimanum restina av dystinum.

Liðið tapti tey næstu 3 settini og Noreg vann uppiborið bronsuna, og føroyska liðið gjørdist sostatt nr. 4 í kappingini frammanfyri Ongland, Svøríki og Grønland.
 

Í finaluni í kappingina vann Finnland 3-1 á Danmark við settúrslitunum 16-25, 25-18, 25-14, 27-25.
 


Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:
Johanna Christiansdóttir

Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Venjarar:
Romica Øster og Jákup William Sivertsen.