U17 NEVZA, gentur
Eisini føroysku U17 genturnar vunnu á Svøríki
Føroyska U17 landsliðið hjá gentum hava í morgun vunnið 3-1 á Svøríki við settunum 25-21, 25-21, 18-25 og 25-18.
Hetta var annar dysturin hjá teimum í altjóða norðurevropeisku kappingini í flogbólti - NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25, sum tó er tað besta úrslitið, U17 genturnar hava fingið ímót Finnlandi.
Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Finnlandi og Onglandi.
Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland.
Um føroyska liðið megnar at fáa 2. plássið í bólkinum verður avgjørt í kvøld, tá Finnland og Svøríki møtast klokkan 18.00.
Allir dystirnir síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.
Føroyska U17 gentulandsliðið:
KÍF: Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr: Vár Rajani Færø, Barbara Káradóttir Durhuus, Bjarta Jákupsdóttir
SÍ: Inga Helena Henriksen, Janna Falkvard, Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB: Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark: Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr), Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr), Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ), Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar: Romica Øster og Jákup William Sivertsen