Taptu fjórðingsfinalurnar - spæla um 5. pláss sunnudagin

U19 genturnar og U19 dreingirnir taptu í morgun fjórðingsfinalurnar í Kettering í Onglandi, har liðini spæla við í norðurevropisku NEVZA-kappingini.

Bæði liðini spældu ímóti Onglandi.

Genturnar komu væl frá byrjan og vunnu eitt sera spennandi fyrsta sett 29-27 og førdu 13-10 i øðrum setti, men so steðgaði alt upp, og tær taptu settið 15-25 og næstu settini 16-25 og 15-25. Dysturin um 5. plássið verður ímóti Ísland, sum í morgun tapti 3-0 fyri Noregi.

U19 genturnar spæla um 5. plássið sunnumorgunin klokkan 10.00.


Eisini U 19 dreingirnir spældu í morgun ímóti Onglandi, og eisini teir taptu dystin 3-0 við settúrslitunum 25-12, 25-10 og 25-23.

Teirra dystur um 5. plássið verður eisini ímóti Íslandi og verður eins og hjá gentunum spældur klokkan 10.00.


Dystirnir verða stroymdir her: https://www.volleyballengland.org/competitions/nevza_championships/nevza_u19_2018/nevza_2018_live_stream

Myndina av føroyska U19 kvinnulandsliðnum eigur Phil Gibbin frá https://www.facebook.com/philgibbinphotography