NEVZA U19: Byrjanardystirnir: Góðkent avrik!
U19 landsliðini hava fríggjamorgunin verið í dysti í árligu NEVZA-kappingini, sum verður leikt í Kettering í Onglandi hetta vikuskiftið. Dreingirnir spældu ímóti Svøríki og genturnar ímóti Danmark.
Ógvuliga líkir dystir
Hjá bæði monnunum og kvinnunum var talan um tvey góð sett og eitt vánaligt. Bæði liðini fylgdu væl við í 1 setti, har tað var javnt upp til uml. 16 stig, tá ið Svøríki og Danmark drógu frá.
2. sett er ikki vert at gera nakað burturúr fyri hvørki av liðunum, tí spælið fekst ongantíð at virka. Men tíbetur var 3. setti í báðum førum nógv betri, og fyri bæði genturnar og dreingirnar var spenningur í líka til tað seinasta.
Mistøkini kosta
Tá ið tað var javnast í settunum var munurin á liðunum, at vit gjørdu nøkur óheppin mistøk, sum komu at kosta. Sjálvandi hava hini londini nakrar leikarar, ið skara framúr bæði í stødd og dygd, men tað eru tó mistøkini, ið okkara lið kunnu iðra seg um, tí tey kostaðu ov nógv til seinast. Úrslitið í morgun var:
U19 dreingir: Føroyar - Svøríki 0-3 (19-25, 14-25, 20-25)
U19 gentur: Føroyar – Danmark 0-3 (16-25, 10-25, 21-25)
Dystir aftur kl. 15.30
Føroysku liðini skulu aftur á vøllin seinnapartin. Teir dystirnir eru:
U19 dreingir: Føroyar – Ongland kl. 15.30
U19 gentur: Føroyar – Noreg kl. 15.30
Báðir dystirnir verða stroymdir beinleiðis á www.volleyballengland.org