Nýggjur flogbóltsskúli

Góðu leikarar, foreldur og tit í feløgunum

Nýggjur flogbóltsskúli

Í longri tíð hevur Flogbóltssamband Føroya arbeitt við eini framfýsnari ætlan um ein flogbóltsskúla í Føroyum, eins og vit síggja tað í nógvum øðrum londum – herímillum nøkrum av grannalondum okkara.

Hetta er ein skúli, sum bæði er ætlaður breiddini av leikarum og úrvalsleikarum. Hugsanin er stutt og greitt, at flogbóltsskúlin skal gagna flogbóltinum, tá talan er um talið av íðkandi, um stigið hjá teimum íðkandi, og um gleðina við at íðka flogbólt.

Flogbóltsskúlin er eitt tilboð til allar leikarar, sum hava hug til at hava tað stuttligt saman við flogbóltsleikarum úr øðrum pørtum av landinum og eisini til leikarar, sum vilja gerast dugnaligari flogbóltsleikarar. 

Stutt sagt, so er pláss fyri øllum, og okkum tørvar øll!  

Boban Ilic, sum er Úrvals- og Menningarleiðari hjá Flogbóltssambandi Føroya, hevur ítróttarligu høvuðsábyrgdina av skúlanum, og saman við honum fara venjarar hjá U-landsliðunum eins og aðrir venjarar frá einstøku feløgunum at standa fyri venjingunum í flogbóltsskúlanum.

Flogbóltsskúlin fer eisini at verða staðið, har leikarar verða útvaldir til U-landsliðini og harvið sleppa vit undan, at útveljingin av leikarum til U-landsliðini gongur fyri seg yvir sera stutt tíðarbil. Fleiri fáa harvið møguleikan at vera við.

Tí verður tað eisini ein fortreyt fyri at verða úttikin til U-landsliðini, at leikari luttekur í flogbóltsskúlanum.

Flogbóltsskúlin gongur ætlandi yvir teir 9 mánaðirnar, sum landskappingarnar ganga yvir – tó so at byrjanin í ár er seinkað orsakað av CEV undankappingunum.

Kostnaðurin fyri at luttaka í flogbóltsskúlanum er settur til 900 kr., men hetta fyrsta árið er prísurin settur till 800 kr. 

Leikararnir kunnu møta til tvær vikuligar venjingar og fáa harumframt tvær t-troyggjur.

Fyri at lætta um ferðing og at skipa eitt hóskandi tal av leikarum til hvørja venjing, hava vit býtt landið sundur í eitt eystur- og eitt vestur-øki, har eystur umboðar feløgini Ternuna, Mjølnir og ÍF, og vestur umboðar feløgini Fleyr, KÍF, Drátt, SÍ, B71 og TB. Um áhugi er at vera við í flogbóltsskúlanum uttan at vera knýttur at felagi, er tað eisini gjørligt.

Vit eru greið yvir, at avbjóðingar eru hjá B71 og TB at luttaka, og hetta koma vit aftur til.

Ikki tykkum at siga, so er trupult at fáa venjingartíðir, so hetta er ein fyribils uppseting av tíðunum, men arbeitt verður áhaldandi við at betra um hesar:

Aldur Bólkur Stað Dagur Kl.  Longd
U12, 2010, 2011, gentur og dreingir Eystur Fuglafjørður Týsdagur 17:00 - 18:30 1,5 t
U12, 2010, 2011, gentur og dreingir Eystur Fuglafjørður Leygardagur 10:30 - 12:00 1,5 t
U12, 2010, 2011, gentur og dreingir Vestur Tórshavn Týsdagur 17:30 - 19:00 1,5 t
U12, 2010, 2011, gentur og dreingir Vestur Tórshavn, Kollafjørður, Giljanes Leygardagur 10:00 - 12:00  2 t
Gentur 14-16, 2007, 2008, 2009 Eystur Fuglafjørður, Klaksvík Týsdagur 18:30 - 20:30 2 t
Gentur 14-16, 2007, 2008, 2009 Eystur Kambsdalur Leygardagur 10:00 - 12:00 2 t
Gentur 14-16, 2007, 2008, 2009 Vestur Eiði  Týsdagur 18:00 - 20:00 2 t
Gentur 14-16, 2007, 2008, 2009 Vestur Tórshavn, Kollafjørður Leygardagur 12:00 - 14:00 2 t
Kvinnur 16+, 2006+ Eystur Kambsdalur, Klaksvík Týsdagur 19:00 - 21:00 2 t
Kvinnur 16+, 2006+ Vestur Eiði  Týsdagur 19:30 - 21:30 2 t
Dreingir 14-16, 2007, 2008, 2009 Eystur og vestur Fuglafjørður, Klaksvík Týsdagur 18:00 - 20:00 2 t
Dreingir 14-16, 2007, 2008, 2009 Eystur og vestur Tórshavn Leygardagur 10:00 - 12:00 2 t
Menn 16+ 2006+ Eystur og vestur Kambsdalur Týsdagur 20:00 - 22:00 2 t
Eystur: Ternan, Mjølnir og ÍF
Vestur: Fleyr, KÍF, Dráttur, SÍ, B71, TB
Fyri Gentur16+ og 14-16 er KÍF tó í Eysturbólkinum
Onnur eru eisini vælkomin

*Broytingar kunnu enn koma fyri í venjingarstøðunum.

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-
Tilmelding:
Fyri at melda seg til flogbóltsskúlan skal eitt teldubræv sendast til fbf@fbf.fo við hesum upplýsingum:

Evni: Flogbóltsskúli
Skriva harumframt: Navn á leikara, aldur, hvørjum aldursbólki og felagi, leikarin leikar við

Luttøkugjaldið á 800 kr. skal so flytast á konto: 9181 1200420 við viðmerking um navn á leikara.

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

Tað skal vera okkara vón, at tit taka væl undir við hesum


Vinarliga

Flogbóltssamband Føroya

Nevndin og Úrvals- og Menningarleiðarin