FBF fingið nýggjan stjóra og nýtt starvsfólk
Nevndin í Flogbóltssamband Føroya og Jóhan Vest komu týsmorgunin ásamt um at enda samstarvið. Jóhan gavst í starvinum beinanvegin.
Nýggjur í starvinum sum stjóri í FBF er ein gamal kenningur, sum longu kennir Flogbóltssamband Føroya væl og virðiliga. Talan er um Beinir Kristiansen, sum frá í dag byrjar í stjórastarvinum hálva tíð. Beinir var fyrsti stjórin í Flogbóltssambandi Føroya.
Fyri at styrkja um umsitingina hevur FBF harumframt sett Trinu Elttør Eysturoy í starv hálva tíð.
Jana Jacobsen er framvegis í fulltíðarstarvi á skrivstovuni, so talan verður sostatt framhaldandi um tvey fulltíðar starvsfólk.
Vit ynskja Beini vælafturkomnum og Trinu at vera vælkomna í FBF-toymið.
/Starvsnevndin í FBF