Komið ókeypis til EM!

Um vikuskiftið spæla føroysku U16 genturnar EM-undankapping í Stórhøllini á Hálsi. Men tað eru ikki bara genturnar, ið sleppa við, tí øll fáa ókeypis atgongd.

Fyrstu ferð
Hetta er yngsti árgangur, ið Flogbóltssambandið nakrantíð hevur havt við í altjóða kapping, so vit eru øll spent at síggja, hvussu tað fer at ganga.

Hetta er samstundis størsta einstaka kappingin, ið Flogbóltssambandið hevur fyriskipað, so eisini tað er spennandi. Hetta er alt samalt liður í tilgongdini at menna leikararnar til størru uppgávurnar, ið liggja fyri framman á altjóða pallinum. Bæði fyri leikararnar og fyri fyriskipararnar.

Øll sleppa við!
Tað verða 12 gentur, ið skulu umboða Føroyar á vøllinum, men allir føroyingar og áhugað annars kunnu gera sítt til at stuðla teimum 12, tí tað er ókeypis atgongd til allar dystirnar.

Dystarskráin fríggjadagin sær soleiðis út:
kl.  8.30 Finnland - Ísland
kl. 10.30 Danmark - Írland
kl. 13.00 Svøríki - Ísland
kl. 15.00 Føroyar - Írland
kl. 17.30 Finnland - Svøríki
kl. 19.30 Danmark - Føroyar

Alt eftir, hvussu úrslitini hátta seg, verða fjórðings- og hálvfinalur leiktar leygardagin, og dystirnir um endaligu støðuna sunnudagin.

Vælkomin!



Allir dystirnir verða stroymdir - sí skránna og leinki til dystirnar her.



Leikararnir á føroyska U16 gentulandsliðnum eru:

TB:
Bjarta Sørensen

ÍF:
Nicola Toftegaard

KÍF:
Milja Silvansdóttir
Kristianna Bartalsdóttir

Dráttur:
Paula Nattestad Joensen
Kristina Louisa Thomassen

SÍ:
Anja Sólja Niclasen
Bára Jansdóttir
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Rannveig Rós Joensen
Sofía Weihe Simonsen
Tóta Búadóttir

Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.