Manslandsliðið koyrir á
Føroyska manslandsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til Oyggjaleikirnar í Gotlandi í summar. Um vikuskiftið vandu teir í Hoyvíkshøllini. Í hesum sambandi vóru allir útisetarnir heima til venjing, og BárðurB. Mikkelsen, venjari, letur væl at gongdini.
Nógvar venjingar eru fyri framman, og liðið hevur millum 4 – 5 venjingar saman um vikuna.
Tó eru ikki útisetarnir við allar venjingarnar, tí hetta megnar Flogbóltssambandið ikki fíggjarliga við tí stuðli, sum sambandið fær. Flogbóltssambandið hevur lagt áherðslu á, at tann stuðul sum verður veittur, skal tæna so nógvum sum møguligt, og tí er valið, at fyrireikingarnar kanska ikki altíð eru so góðar sum ynskt, men heldur, at fáa so nógv ungdómslandslið í gongd sum gjørligt.
Tí hevur FBF heili 6 landslið í gongd á hvørjum ári: gentur og dreingir 17, gentir og dreingir 19, umframt at Flogbóltssambandið er í ferð við at byrja við gentum og dreingjum 15 eisini.
Hetta viðførur, at so at siga hvør króna fer í beinleiðis aktivitet.
U 17 landsliðini skulu í altjóða kapping í Ikast í Danmark í oktober, meðan U 19 landsliðini skulu í kapping í Kettering í Onglandi um somu tíð. Luttakandi londini til hesar kappingar eru umframt Føroyar, Ongland, Danmark, Svøríki, Ísland, Finland og Noreg.