Oyggjaleikalandsliðið hjá monnum úttikið
Landsliðsvenjararnir Bárður Bendix Mikkelsen og Ragnar í Haraldstovu hava í dag úttikið 12 leikar, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Gotlandi 24. - 30. juni 2017.
Leikararnir eru (standandi frá vinstru): Bárður Bendix Mikkelsen (venjari), Thorvald Danielsen (nr. 6) Aalborg; Ingálvur Eyðunsson Olsen (nr. 13) ÍF; Steffan Olsen (nr. 2) Mjølnir; Johan Arni Elisson Wang (nr. 12) Fleyr; Trygvi Hansen (nr. 10) Ternan; Bárður Jacobsen (nr. 11) Ternan og Ragnar í Haraldstovu (hjálparvenjari).
Húkandi frá vinstru: Bjarki Enni (nr. 14) Amager; Bjarni Larsen (nr. 5) Tromsø; Rói Hentze (nr. 9) Fleyr; Niels Niclasen (nr. 7) Fleyr og Oskar í Haraldstovu Weihe (nr. 1) SÍ.
Suni Juul Petersen vantar á myndini.
Við á ferðini verða eisini Katrin Petersen (fysioterapeutur), Jan Hentze (liðleiðari) og Rúna Hentze (umboð fyri FBF).