🏐 DÓMARASKEIÐ – VILT TÚ VERA VIÐ? 🏐
Í sambandi við fyrireikingarnar til oyggjaleikirnar 2027 skipa vit fyri ókeypis dómaraskeiði 25. og 26. september 🇫🇴
Vit hava fingið ein royndan danskan dómara til Føroya at standa fyri skeiðinum, har vit fara at arbeiða bæði við teori og praksis.
🎯 Endamálið er at fáa fleiri dómarar í føroyskan flogbólt og byggja upp ein góðan hóp av dómarum fram ímóti oyggjaleikunum 2027.
📅 Fríggjakvøld 25. september
📅 Leygardag 26. september
💰 Skeiðið er ókeypis
👥 Bert 10 pláss eru tøk
Eftir skeiðið er ætlanin, at luttakararnir fáa praktiska roynd við at døma nakrar dystir í føroysku kappingini gjøgnum komandi kappingarár.
Hetta er eitt gott høvi hjá tær, sum hevur hug at royna teg sum dómara, læra meira um spælið og samstundis vera við í fyrireikingunum til eina av størstu ítróttarløtunum í Føroyum 🇫🇴🏐
👉 Hevur tú áhuga?
Set teg í samband við okkum ella títt felag fyri at melda teg til.
Avmarkað pláss – 10 luttakarar í mesta lagi.
