Silvurligan, kvinnur: Portugal - Føroyar

Taptu fyri Portugal, men gleða seg til Georgia-dystin mikudagin
 
Silver League, kvinnur:
Portugal – Føroyar 3-0 (25-9, 25-13, 25-9)
 
📷CEV.eu ©️
 
Tá spælt verður ímóti so sterkum liðum, sum tí Portugisiska, er eitt av markamiðunum, um ikki annað, at koma upp á tvísiffrað stigatal. Eftir trupla byrjan, har støðan gjørdist 1-8, sá hetta tó út til at fara eydnast, tá støðan gjørdist 9-18, men Portugal sløkti ta vónina við at vinna næstu sjey bóltarnar á rað og settið 25-9.
 
Annað sett gekk nógv betur, hóast Føroyar aftur hesa ferð vóru aftanfyri 8-1. Munurin vaks ikki nógv eftir hetta fyrr enn síðst í settinum, tá Portugal fór frá 20-12 til 25-13.
 
Byrjanin upp á triðja sett var eisini frálík, og støðurnar gjørdist 5-4 og 11-7 áðrenn tað slitnaði millum liðini, og Portugal í einum háli fór upp á 17-7 og síðani frá 18-9 til 25-9.  
 
Besti spælari hjá Føroyum var Sofía Purkhús Splidt, sum vann Føroyum 12 stig. Bara portugisisku Julia Kavalenka og Maria Lopes vunnu fleiri stig við ávikavist 16 og 14. 800 áskoðarar vóru til dystin. 
 
Hóast tapið hava Føroyar ivaleyst fingið okkurt gott í beinið – og armar – og nú fer føroyska toymið at savna seg um dystin í Georgia mikudagin, har vónin er at endurtaka bragdið frá dystinum í Føroyum, har Føroyar vunnu 3-1. 

Myndir frá dystinum síggjast á Facebook hjá FBF her!
 
📊Hagtøl frá dystinum: