"SJÓÐTEIM" - samanumtøka av hálvfinalunum á Rás2
Mánamorgunin vitjaði Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssambandinum, fyrrapartssendingina "Sjóðteim" á Rás2.
Saman við vertinum Hilmari Jan Hansen tók Magnus Tausen samanum tað, sum hann heldur var ein væleydnaður flogbóltsdagur í KÍ-høllini, har Fleyr-kvinnur, Dráttur-kvinnur, ÍF-menn og SÍb-menn vunnu seg í steypafinalurnar, sum verða spældar í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 24. februar.
Umframt at taka samanum hálvfinalurnar prátaðu Hilmar Jan Hansen og Magnus Tausen eisini um stóra steypafinaludagin, sum verður leygardagin 24. februar.
Sendingin hoyrist á in.fo her.