Samanumtøka av hálvfinalunum í steypakappingini (við myndum)

Mjølnir, menn, í steypafinaluni
Mjølnir - SÍ 3-1 (25-17, 22-25, 25-13 og 25-19).

Mjølnir vann fyrstu hálvfinaluna í Klaksvík í dag við einum 3 - 1 sigri.

Mjølnir kom best frá byrjan og vann fyrsta settið trygt 25-17, men SÍ svaraði aftur og vann tað næsta 25-22.

Men so vísti Mjølnir aftur styrki sína og vann tey bæði næstu settini 25-13 og 25-19.
Settini endaðu 25-17, 22-25, 25-13 og 25-19.

Klokkan 19,00 í kvøld verður avgjørt um tað verður Fleyr ella ÍF, sum Mjølni skal møta í steypafinaluni 2. mars.




SÍ, kvinnur, er í steypafinaluni eftir 5-settara
SÍ  - KÍF 3-2 (26-24, 24-26, 25-18, 15-25 og 15-10)

SÍ kvinnurnar vunnu hálvfinaluna í Klaksvík í dag við einum 3 - 2 sigri á KÍF.

SÍ kom best frá byrjan og vann fyrsta settið 26-24, men KÍF svaraði aftur og vann tað næsta eisini við úrslitinum 26-24.

Triðja settið var javnt fram til umleið 13-13, men so tók SÍ nøkur avgerðandi stig og vann 25-18.

Ikki varð roknað við, at KÍF kláraði at koma afturíaftur, men tær spældu sera væl í fjórða setti og vunnu heili 25-15.

Í 5. Setti kom SÍ best frá byrjan, og legði seg á odda 5-0, men KÍF hálaði seg upp á 5-6, tá SÍ tók time-out.

SÍ kom so upp á 10-6, og so gekk javnt á eina løtu, har liðini skiftust um at fáa stig, men endin var at SÍ vann 15-10.

Klokkan 19.00 í kvøld verður avgjørt, um tað verður Fleyr ella Mjølnir, sum skal møta SÍ í steypafinaluni 2. mars.






Fleyr, menn, er í steypafinaluni eftir sera spennandi dyst
Fleyr - ÍF 3-1 (26-28, 25-20, 25-23, 26-24)


Eftir at ÍF seinastu tveir dystirnar í landskappingini hevur vunnið 3-2 á Fleyr, var tað vent í holuni í dag. Nú var tað Fleyr, sum var omaná við einum 3-1 sigri í einum sera jøvnum, væl spældum og undirhaldandi dysti.

Annars var tað ÍF, sum kom best frá byrjan og vann eitt sera spennandi fyrsta sett heili 28-26.

Í øðrum setti var tað Fleyr, sum hevði munin og vann 25-20, áðrenn farið var undir tey seinastu tvey jøvnu settini.

Men í dag var tað sum sagt Fleyr, sum betri megnaði at halda fast, tá ástóð. Havnarliðið vann bæði tey næstu settini við minst møguligum muni á 2 stig. Settini endaðu 25-23 og 26-24.

Sostatt verður tað Fleyr, sum skal royna at koppa Mjølni í steypafinaluni 2. mars. Higartil hevur Mjølnir vunnið allar sínar dystir í landskappingini, men enn eru 14 dagar at fyrireika seg til finaluna.

Seinasta hálvfinalan fer í gongd umleið klokkan 20.00. Dysturin er millum kvinnurnar hjá Fleyr og Mjølni - vinnarin skal spæla í steypafinaluna móti SÍ hin 2. mars.


 




Fleyr, kvinnur, eru í steypafinaluni eftir 5. settara
Fleyr - Mjølnir 3-2 (3-2 (17-25, 21-25, 25-17, 25-23, 15-12)

So var aftur ein 5-settari í Klaksvík.

Hetta var finalan - í spenningi í øllum førum.

5-settið endaði 15-12 til Fleyr eftir ein sera spennandi dyst við góðum stemningi í høllini og nógvum áskoðarum.

Mjølnir kom best frá byrjan og vann fyrsta og annað settið, ávikavist 25-17 og 25-21, men so svaraði Fleyr aftur og vann tey bæði næstu 25-17 og 25-23.

So javnbrótari mátti til fyri at avgera dystin. Fleyr kom á odda 5-0, men tá liðini skiftu síðu var støðan 8-7 til Fleyr - so alt var opið.

Men Fleyr-vkinnurnar hildu fast og vunnu settið 15-12 og harvið dystin 3-2.

Steypafinalurnar verða sostatt hesar hin 2. mars í Høllini á Hálsi:

Kvinnur: SÍ - Fleyr
Menn: Mjølnir - Fleyr