Søkt verður eftir samskipara til Flogbóltssamband Føroya

Samskipari til Flogbóltssamband Føroya
 
Flogbóltssamband Føroya søkir eftir samskipara at standa fyri dagliga virkseminum og brynja føroyskan flogbólt til framtíðina. Virksemið er vaksandi og ambitiónirnar øktar innan føroyskan flogbólt. Tí hava vit sett okkum høg mál og vænta, at tú kanst hjálpa okkum at røkka hesum málum.
 
Um teg
Umsitingin hjá FBF er avmarkað, so tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt. Tú tekur ábyrgd, og megnar í stóran mun at leggja tín egna arbeiðsdag til rættis. Tú ert álítandi, og loysir tær uppgávur, sum verða settar.
 
Tú arbeiðir ikki eftir klokkuni, og ert greið/ur yvir, at ein partur av arbeiðinum liggur uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
 
Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur tilknýti til flogbóltsheimin, men hetta er als ikki eitt krav. Størri týdning hevur tað, at tú hevur áræði, og at tú megnar og vilt verða við til at geva flogbóltinum eitt hægri flog. 
 
Um starvið
Uppgávurnar eru bæði innan fyrisiting á skrivstovuni og praktiskar úti av húsinum, eitt nú í samband við kappingar og ráðstevnur. Tí kann nakað av arbeiði liggja uttan fyri vanligar arbeiðstíðir, og nakað av ferðing kann koma fyri.
 
Tú hevur beinleiðis tilvísing til stjóran í FBF. Vit hava skrivstovu saman við ÍSF í Havn.
 
Arbeiðið fevnir millum annað um:
 
- Dagliga fyrisiting og skrivstovuhald
- Samskifti við feløg, hallir, venjarar og dómarar
- Skipan og rakstur av lands- og steypakappingunum
- Umsitingarligar uppgávur í sambandi við heimligar og altjóða kappingar
- Samskipan av landsliðsvirksemi, skeiðsvirksemi og menningararbeiði hjá FBF
- Miðling av flogbólti í vanligum miðlum og á sosialu miðlunum, og soleiðis skapa størri áhuga fyri og økta umtalu av flogbóltinum
- Sølu av lýsingum, og samskifti við verandi og komandi stuðlar
 
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv.
 
Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum.
 
Er hetta nakað fyri teg?
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú skriva til Peter Holm, formann, á peter@fbf.fo ella ringja á telefon 51 77 77.
 
Umsókn, cv og viðkomandi skjøl skulu sendast til peter@fbf.fo
 
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 31. januar 2024.

 
Um FBF
Flogbóltssamband Føroya er sersamband undir Ítróttasambandi Føroya – ÍSF.
 
FBF varð stovnað í 1980, og útvið 2.000 børn, ung og vaksin íðka flogbólt í Føroyum. Umframt hetta er eitt stórt tal av sjálvbodnum virkin í feløgunum kring landið.
 
FBF skipar allar kappingar innan flogbólt í Føroyum, og stendur fyri einum umfatandi menningararbeiði og landsliðsarbeiði.
 
FBF hevur limaskap í altjóða flogbóltssambondum – norðurlendskum, evropeiskum og alheims. FBF luttekur eisini her við eini røð av landsliðum í norðurlendskum og evropeiskum kappingum.