Søkt verður eftir samskipara til Flogbóltssamband Føroya

Samskipari til Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya søkir samskipara at standa fyri dagliga virkseminum og brynja føroyskan flogbólt til framtíðina. Alsamt vaksandi virksemi og hækkandi krøv bæði í Føroyum og í útlandinum gera, at FBF hevur tørv á einum nýskapandi og ágrýtnum samskipara.

 

Um starvið

Starvið er nýtt, og tí fært tú rúman møguleika at mynda starvið og seta nýggj átøk í verk. Saman við nevndini skalt tú skipa og menna føroyskan flogbólt, so hann kemur upp í hæddina og røkkur nýggjum málum.

 

Vit vænta at tú ert nýskapandi og ágrýtin, og at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ábyrgdarfult. Tað er sjálvandi ein fyrimunur um tú hevur tilknýti til flogbóltsheimin, men hetta er ikki eitt krav. Størri týdning hevur tað, at tú hevur áræði og megnar at geva føroyska flogbóltinum hægri flog.

 

Arbeiðið fevnir millum annað um:

  • Dagliga fyrisiting og skrivstovuhald
  • Ábyrgd av at skipa og reka lands- og steypakappingina
  • Samskipa alt landsliðsvirksemi, skeiðsvirksemi og menningararbeiði hjá FBF
  • Miðla flogbólt og soleiðis skapa størri áhuga og økta umtalu fyri ítróttagreinini
  • Styrkja fíggjarliga grundarlagið við m.a. at menna lýsingarpartin
  • Menna og halda fast í visjón og strategi saman við nevndini og feløgunum

 

Setanarviðurskifti

Í fyrstu syftu er starvið hálva tíð, men tú sleppur at skipa starvið og víðka karmarnar, bæði setanarliga og innihaldsliga.

Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum.

Tú skalt byrja skjótast gjørligt og ikki seinni enn 1. mars 2021.

FBF hevur skrivstovuhøli saman við ÍSF, Yviri við Strond 13. Til ber at arbeiða heiman av og á.

 

Er hetta nakað fyri teg?

Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú skriva til fbf@fbf.fo ella ringja til Peter Holm, nevndarlim, á tlf. 51 77 77.

 

Umsókn, cv og viðkomandi skjøl skulu sendast í seinasta lagi mánadagin 25. januar til fbf@fbf.fo

Ella í brævi til:

Flogbóltssamband Føroya

Postrúm 1021

110 Tórshavn

 

Um FBF

FBF varð stovnað í 1980, og er sersamband undir Ítróttasambandi Føroya.

Flogbóltur er stór ítróttagrein í Føroyum við umleið 1.500 virknum leikarum.

FBF skipar allan flogbólt í Føroyum – landskapping, steypakapping landsliðum og menning.

Leikt verður í landskapping og steypakapping skipað eftir aldri og støði. Leikt verður um alt landið.

FBF hevur fullan altjóða limaskap og umboðar Føroyar ítróttaliga í norðurlendskum, evropeiskum og alheims felagsskapum og kappingum.