Steypakappingin menn: Mjølnir tapti fyri SÍ b
Mynd: SÍ leikarar, sum hava myndað flogbóltin í Føroyum
Ein dystur í bólki 1 í steypakappingini hjá monnum varð í gjárskvøldið leiktur í Badmintonhøllini í Klaksvik.
Mjølnir, sum er greitt oddalið í landskappingini, tapti ímóti SÍ b, sum hevur mannað seg við royndum spælararum, sum hava myndað landskappingina undanfarnu nógvu árini.
Hetta gjørdist ein spennandi dystur við jøvnum settum, sum endaðu 18-25, 28-26, 21-25 of 27-29.
Úrslitið viðførur stóran spenning í bólki 1, tí nú er støðan tann, at SÍ b er á odda við 6 stigum, meðan Mjølnir og Fleyr a hava 3 stig:
Dystir | Sett | ||||||||
Lið | leiktir | 3-0/3-1 | 3-2 | 0-3/1-3 | 2-3 | vunnin | tapt | munur | Stig |
SÍ b | 2 | 2 | 0 | 0 | 0 | 6 | 2 | 4 | 6 |
Fleyr A | 2 | 1 | 0 | 1 | 0 | 4 | 3 | 1 | 3 |
Mjølnir | 2 | 1 | 0 | 1 | 0 | 4 | 4 | 0 | 3 |
TB | 2 | 0 | 0 | 2 | 0 | 1 | 6 | -5 | 0 |
Mjølnir skal fríggjakvøldið spæla ímóti TB í Badmintonhøllini, sum ikki spælir meistaradeildin. Vinnur Mjølnir 3-0 ella 3-1, hevur liðið tryggjað sær pláss í hálvfinalunum, men tapa teir tvey sett ella dystin, so verður lagnan hjá teimum avgjørd í dystinum hóskvøldið kl. 21.00 í Gundadalshøllini, tá Fleyr a tekur ímóti SÍ b. (Dysturin hóskvøldið verður varpaður beinleiðis á Rás2 - Rás2 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 95,9 ella FM 98,7).
Vinnur SÍ b tvey sett í hesum dystinum, eru teir í hálvfinalunum, men vinnur Fleyr 3-0 ella 3-1, hevur Fleyr tryggjað sær plássið.
So samanumtikið - alt kann henda!
Reglurnar siga, at stendur á jøvnum í stigum og settmuni, er innanhýsis dystur avgerandi.