SÍ kvinnur steypavinnarar eftir 5-settara

Steypafinala, kvinnur:
SÍ - Mjølnir 3-2 (25-23, 25-27, 25-22, 19-25, 15-6)
Dysturin sæst aftur í KvF her:
https://kvf.fo/3-2?sid=105161

Steypafinalan hjá kvinnunum millum SÍ og Mjølnir varð í dag spæld í allarbestu rammum. Stemningurin var fantastiskur millum áskoðararnar í hópatali. Øll høllin var á gosi, og var tað ein einastandandi góð finala, sum varð spæld.

Mjølnir hevði ein sera sterkan blokk við Alinku Adamenya og Elisabeth Purkhús í Lambanum, og vunnu tær fleiri bóltar. Somuleiðis hevur Mjølnir ein knasandi dugnaligan áleypara í Sofíu Purkhús Splidt og vann hon Mjølni nógv stig. 

SÍ hevði góðar móttøkur og fekk flestu bóltarnar upp av gólvinum. Tær kempaðu væl, og tað sást, at tær brendu fyri spælinum. Serliga skaraðu kantarnir, Juliia Kuvshinova og Inga Helena Henriksen, framúr við hørðum og vælplaseraðum smassjum frá einum vælspælandi hevara, Jannu Falkvard.

Spennandi og javnur dystur
Liðini bæði spældu flott flogbóltsspæl við góðum servum, móttøkum, hevingum og smassjum. Tey kempaðu væl, og fyrstu settini vóru sera jøvn. 25-23, 25-27, 25-22, 19-25,
Í fjórða setti dragnaði SÍ, og Mjølnir hevði yvirvág.

Men í fimta setti vóru SÍ-kvinnurnar sum hamskiftar og vunnu settið 15-6.