SÍ menn stórsteypavinnarar eftir sigur á Mjølni í gysara
SÍ –Mjølnir (26-24, 25-23, 23-25, 25-23)
Tað, sum fyrri stórsteypadysturin manglaði í spenningi, fingu áskoðararnir í ríkiligt mát í seinna dystinum. Ein dystur ímillum tvey lið, sum longu nú tykjast í góðari venjing.
SÍ tryggari á bóltinum
Leikararnir hjá SÍ eru sera væl fyri tekniskt,og spælið flýtur væl. Mistøk komasjáldan fyri,og alt sær so lætt út. SÍ hevði av tí sama fyri tað mesta snútan frammanfyri Mjølnir. Ikki fyrr enn sjálvan dystarbóltin í 1. setti kom Mjølnir framum fyrstu ferð og bæði kundi og skuldi tikið settið, men nakrar ófatiligar bjargingar hjá SÍ góvu teimum settið við minst møguligum muni.
Í øðrum setti var munurin væl størri, men Mjølnir eru drúgvir og komu væl innaftur síðst í settinum,og rættiligur spenningur kom í. Aftur hesaferð vóru marginalarnir við SÍ, sum tók settið 25—23 hóast nakrar sannar kanónir frá serliga Trúgva Hansen í Mjølni. Tað skal meira til enn so at fáa SÍ at skinkla.
Mjølnir eru drúgvir
3. settið átti Mjølnir fyri tað nógva, men ein blandingur av alt ov nógvum villum og góðum spæli frá SÍ gjørdi, at Mjølnir lorkaði tryggar leiðslur burtur og nærum dystin longu í 3. setti. So bleiv tó ikki,og eins og við hinum settunum var munurin bara 2 stig til endans. Hesaferð 25-23 til Mjølnir.
Nú skuldi man hildið, at Mjølnir hevði funnið lykilin at lirka lásið hjá SÍ upp, men tað sást tað bara als einki til, tí SÍ bukaði Mjølnir av í 4. setti. Og tó, tí Mjølnir hevur ein ótrúligan vilja, tí burturúr absolutt ongum komu teir afturíaftur og heilt upp á 23 -23. Men so rakk ikki longur, og SÍ vann tvey tey síðstu stigini og dystin 3-1. Øll settini endaðu við tveimum stigum á muni. Júst so sum steypadystir skulu gera.
SÍ eigur báðar stórsteypavinnararnar í ár. Ikki so galin byrjan upp á nýggja kappingarárið. Til lukku við tí SÍ!